Stórfingin móttøka fyri Livari

Stórfingin móttøka fyri Livari Nysted á skúlanum á Fossánesi.

Livar hevur saman við Stuart Kershaw og Maxime Chaya sett heimsmet í at rógva teinin um Indiska havið upp á stytst tíð. Teir eru eisini fyrsta manning við trimum monnum, sum hevur róð um eitt heimshav. Livar hevur harafturat sett heimsmet sum tann fyrsti at rógva um tvey heimshøv sama ár (innan 7 mðr).

Fleiri røður vóru hildnar, millum teirra sum tóku orðið var Tróndur Patusson, listamaður, sum eisini hevur roynt ævintýrið at sigla á heimshøvunum.

Portal.fo var á staðnum við myndatólinum.

Viðmerkingar

Fleiri frá Aktuelt.fo